Flaggdagshald 2017

Øðrvísi flaggdagshald – við frástøðu

Síðani 1963 hava Leirvíks Páll skótarnir skipað fyri flaggdagshaldi í bygdini. Nógv fólk plaga at savnast til skrúðgongu, røðu, vafflur og ikki minst kondibingo. Í ár verða vit tó noydd at tillaga haldið eftir umstøðunum.

Flaggdagsrøðan

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, flytur fram røðu frá einum flaka, ið kemur at liggja tætt við Kráartanga í Leirvík. Røðan verður kl. 14:00, men tíðspunktið verður møguliga broytt eftir veðrinum. Hetta verður lýst, um so er.

Aftaná røðuna syngja vit flaggsangin saman, so minnist til at hava tekstin kláran, um tit ikki duga sangin uttanat.

Skótarnir heita á áhoyrarar at koma í báti og at halda tilmældu frástøðuna. Eftir ætlan verður røðan eisini stroymd á Facebook síðuni hjá Leirvíks Páll Skótunum.

Teir skótarnir, ið luttaka verða biðnir um at møta í skótabúna.

Gott er, um bátaeigara hava ílatog og og varp í bátinum, so at motorurin kann sløkkjast, meðan røðan er.

Borgarstjórin flytur fram røðu frá einum flaka tætt við Kráartanga í Leirvík.

Kondibingo

Kondibingo verður skipað øðrvísi enn vanligt, fyri at ikki samla ov nógv fólk í senn.

Tølini hanga uppi í bygdini leygardagin frá kl. 10:00 til kl. 18:00, og hetta merkir at man kann fara á kondibingo, tá ið tað passar einum. Plátur verða bert seldar í forsølu og verða síðani bornar út fríggjakvøldið, saman við rutuni og frágreiðing um hvussu man ger, um man vinnur. Vinningarnir verða bornir út sunnudagin.

Seðlar kunnu keypast við at ringja á tlf. 443152, 593056 og 586292 hesar tíðir:

  • Mikudagin kl. 19-21
  • Hósdagin kl. 19-21
  • Fríggjadagin kl. 16-18

Alt verður gjørt við góðum hondreinføri og tilmældari frástøðu.

Góðan flaggdag øll somul 🇫🇴

Search by