Nánd: Áminning í samband við Covid-19

Í samband við, at Covid-19 smittan er í Føroyum og eisini í nærumhvørvinum hjá Nánd í løtuni, vilja vit vinarligast minna á týdningin av, at almenn tilmælir verða hildin og at tað verður víst størsta varsemi í samband við vitjan inni á eldrabústovnunum og hjá eldri borgarum, ið fáa tænastu frá Nánd.

Tað eru í løtuni ongar avmarkingar á, hvussu nógv avvarðandi kunnu vitja á eldrasambýlunum. Tað er tó framvegis av týdningi, at vitjandi verða skrásett, so ein møguliga smittusporing kann gerast.

Mælt verður til, at vitjandi, ið hava verið uttanlanda ella í stórum selskapi, bíða við at vitja, til negativar testir frá fyrsta og frá sætta degi fyriliggja.

Search by