Viðmerkingar til ástaðisfundin um neystini í Syðrugøtu

Viðmerkingar til ástaðisfundin, sum var í Syðrugøtu 8. oktober um G2 neystaøki, skulu sendast á eystur@eystur.fo í seinasta lagi 23. oktober.

Møguleiki er at síggja skitsurnar, ið eru gjørdar fyri økið, á býráðsskrivstovuni í Norðragøtu. Talan er ikki um liðugt uppskot, men um vegleiðandi skitsur av hvussu hædd á neystum kann síggja út.

Aftaná freistina tann 23. oktober verður ein fundur hildin afturat, har innkomnar viðmerkingar verða umrøddar.

Search by