Matrikul 72f norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu bjóðast út til íbúðarbygging.

Nú skal gongd setast á íbúðarbygging

Eftirspurningurin eftir alternativum bústøðum er stórur. Tí hevur býráðið sett sær fyri at fáa gongd á íbúðarbygging fyri at fáa fleiri bústaðir í kommununi. Á býráðsfundi 28. januar samtykti býráðið at bjóða økið norðanfyri Gøtubrá í Norðragøtu út til íbúðarbygging. Og á seinasta býráðsfundi 25. feb. samtykti býráðið eisini at gera økið í Syðrugøtu klárt til íbúðarbygging.

Talan er um matrikul 72f í Norðragøtu og matrikul 215a í Syðrugøtu á ávikavist 7000 og 5000 fermetrar. Í báðum førum skal økið fyrst marknaðumskipast áðrenn tað kann bjóðast út. Økið í Syðrugøtu liggur í einum B1 øki, sum sambært byggisamtyktini fyri Eysturkommunu er ætlað til “alternativa íbúðarbygging”. Partur av matriklinum liggur tó í frílendi, og tí skal matrikulin deilast upp.

Matrikul 215a í Syðrugøtu liggur partvíst í B1 øki til alternativa íbúðarbygging og partvíst í Frílendi.

Nógvar fyritøkur hava víst áhuga fyri at byggja íbúðir í Eysturkommunu. Seinasta árið er fólkatalið vaksið við 62 íbúgvum, og eftirspurningurin er øðrvísi bústaðarmøguleikum er stórur.

Fólkatalið í Eysturkommunu er vaksið støðugt seinastu árini. Í 2015 fór íbúgvatalið upp um 2000 íbúgvar í kommununi, og tann 1. januar 2021 búðu 2214 íbúgvar í Eysturkommunu.

Býráðið hevur eisini samtykt at arbeiða víðari við at finna økir til íbúðarbygging í Leirvík.

Lyklatøl

Fólkatal
Íbúgvar í bygdunum
Leirvík
Undir Gøtueiði
Gøtugjógv
Norðragøta
Syðrugøta
Hækking/lækking
Íbúgvar seinasta árið
Til- og fráflyting
Fødd og deyð
Kvinnur og menn
Search by