Umsókn um frípláss

Skipanin við fíggjarligum fríplássum gevur barnafamiljum við lágum inntøkum rætt til verða undantikin ella partvíst undantikin frá egingjaldi fyri pláss á kommunalum dagstovnum, dagrøkt og frítíðarskúlum.

Tey foreldur, ið kunnu skjalprógva at húskisinntøkan er lægri enn tey inntøkumørk, sum Almannamálaráðið á hvørjum árið ásetir, kunnu fáa fult- ella partvíst frípláss á kommunalu stovnunum.

Umsóknin um fríplass skal latast inn áðrenn 1. juli. Verður umsóknin latin inn eftir henda dag, verður møgulig játtan galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er móttikin. Frípláss kann játtast við støði í útrokningartalvuni.

Søkjast skal av nýggjum innan 1. juli hvørt ár. Umsóknarblað fast við at venda sær til kommunuskrivstovuna.

Heinta útrokningartalvu her (2021-2022).

Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú taka oyðublað niður at prenta út (undirskrift skal til).

> Kunngerð um frípláss

Search by