John Høgnesen frá kappróðrarfelagnum Tindur og John Reid Ziska Jacobsen, nýggi venjarin.

Tindur fingið nýggjan venjara fyri róðrarárið 2022

Leygardagin 18. desember 2021 kl. 14 skrivaði Kappróðrarfelagið Tindur undir sáttmála við John Reid Ziska Jacobsen sum nýggjan venjara fyri róðrarárið 2022.

Í hesum sambandi var ein hugnaløta uttanfyri Báta – og listasavnið, har Tindur bjóðaði kaffi og okkurt søtt afturvið. Nógvir rógvarar møttu til tiltakið í Tinda-klæðum. Høvi varð eisini at royna venjingarklæðini til komandi kappingarár, sum verða bíløgd skjótast tilber.

Tindur fegnast um vaksandi talið av rógvarum og manningum. Í dag eru um 100 limir og 9 manningar, og vónar felagið at fáa onkra manning afturat millum teir eldru rógvararnar.

Eitt mál, sum nýsetti venjarin, saman við rógvarunum, fara at leggja seg eftir hjá øllum manningunum í felagnum komandi kappingarár, er at leggja seg eftir góðum úrslitum og einum góðum áralagi, skrivar felagið.

Search by