Samanlagda felagið, í samanløgdu Eysturkommunu, Víkingur hevur vunnið Løgmanssteypið 2009, bert 1½ ár eftir at samanleggingin av fótbóltsfeløgunum í Gøtu og Leirvík var veruleiki. Hetta hendi Ólavsøkudag, tá ið Víkingur, í einum sera tøttum og spennandi dysti, vann uppiborið 3 – 2 á EB/Streymi.
Mett varð at umleið 3500 fólk vóru til dystin og vóru karmarnir til dystin sera góðir. Flest øll viðhaldsfólk hjá Víkingi vóru samlaði í HB – húsinum, meðan EB/Streyma viðhaldsfólkini hildu til í B36 – húsinum.
Eftir dystin varð skipað fyri móttøku fyri Víkingaspælarunum í HB – húsinum og vóru nógv Víkinga viðhaldsfólk komin saman at heiðra spælarunum.
Seinni um kvøldið vóru spælararnir eisini heiðraðir í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har stóra ólavsøkutiltakið hjá Rás 2, varð hildið. Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, bar fram eina heilsan og lat felagnum, vegna Eysturkommunu, eina gávu, sum var ein kekkur áljóðandi kr. 10.000,00 fyri avrikið.
Eysturkommuna ynskir Víkingi hjartaliga tillukku við Løgmanssteypinum.