Dagstovnurin BRÚSI

Eini 350 fólk vóru møtt til almennu móttøkuna í samband við at Dagstovnurin í Leirvík alment varð tikin í nýtslu í dag, og nógv var gjørt burturúr.

Fleiri røður vóru hildnar. Borgarstjórin, Jóhan Christiansen legði fyri við at bjóða vælkomin. Eftir hann segði Sigvør Gregersen, leiðari á nýggja dagstovninum nøkur orð. Eisini Trivnaðarleiðarin, Ingi Hansen, nýtti høvi at siga nøkur orð

Tveir sangir vóru síðan framførdir, áðrenn forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Hanna Jensen, avdúkaði navnið á nýggja Dagsovninum og handaði Jóan Magnus Egholm, Tórshavn, sum átti navnauppskotið ein kekk á kr. 5.000,00, fyri vinnandi uppskotið. 18 uppskot vóru innkomin í samband við at Eysturkommuna skipaði fyri eini hugskotskapping og kom navnanevndin í Eysurkommunu fram til, at vinnandi navnið er Dagstovnurin Brúsi. Hetta var seinni samtykt á býráðsfundi í Eysturkommunu.

Skipað varð soleiðis fyri, at møguleiki var at bera fram eina heilsan, og tók eisini onkur av hesum høvi.  Skúlastjórin í Leivíkar skúla, Fríðfinnur Johnsson, bar fram eina heilsan, og handaði Dagstovninum Brúsa eina gávu, og eisini bar varaborgarstjórin  Fríðgerð Heinesen, fram ein tøkk.

Ein sangur varð  gjørdur til dagin, og var tað Rúni Bjarkhamar, sum hevði skrivað orðini til henda felagssang.

At enda var sjónleikurin um Snjóhvítu framførdur av børnum sum hava, og koma at hava sína dagligu gongd á stovninum.

Eingin almenn móttøka uttan okkurt gott til matna, og kann ikki annað sigast enn. at hesin parturin smæddist ikki burtur.

Samanumtikið ein sera væleydnaður dagur, har fólk fingu loyvi til at síggja ein snotuligan stovn, og verða við til eina sera hugnaliga samkomu.

Fleiri myndir frá móttøkuni eru at síggja á  heimasíðuni hjá Eysturkommunu undir “myndasavn”

Search by