Rørsluátak 2009

Í samband við at árið 2009 er rørsluár, skipar Eysturkommuna fyri einum rørsluátaki á vøllinum í Leirvík fyri borgararnar tann 29. august 2009. Endamálið er at fremja heilsugóðan livihátt við at fáa so nógvar eysturbúgvar sum gjørligt at røra seg meira í gerandisdegnum. Hetta er eisini fyribyrging av skjóttveksandi sonevndum vælferðarsjúkum. Vónandi taka tit væl undir við hesum.

Skrá:

Kl. 10.00

Felags byrjan

– Vælkomin

– Andreas Petersen

– Felags upphiting

– Ingi, trivnaðarleiðarin greiðir frá

Kl. 10.30

Vøllurin: – spøl á vøllinum, byrja hvønn hálva tíma

Hipp pop : – Hipp pop er á dagstovninum BRÚSA, kl. 10.30 – 11.30 – 12.30

Dansispøl: – Dansispøl er á dagstovninum BRÚSA, kl. 10.30 – 11.30 – 12.30

Fyrilestur: – Fyrilestur er á dagstovninum BRÚSA, kl. 10.30 – 11.30 – 12.30

Skattajakt: – Skattajakt byrjar í Limmilund, kl. 10.30 og er allan dagin

Kondibingo – byrjar á vøllinum, og er allan dagin

Rørslutúrur: – byrjar á vøllinum, og er allan dagin

Kl. 11.00

Rennikapping uml. 5 km – Runnið verður frá krossinum við gamla Leirvíksvegin og til vøllin í Leirvík.

Kl. 12.00

Fjallarenning – Byrjað verður við vøllin og runnið verður niðan á Fjall og aftur

Kl. 13.00

Svimjihylurin – ÓKEYPIS svimjing fyri øll frá kl. 13.00 til 18.00.

Kl. 13.30

Felags hugnaløta á vøllinum

– Jóhan Christiansen, borgarstjóri heldur røðu

– Sangløta

– Tikið verður saman í ring

Vatn og frukt verður at fáa í ítróttahúsinum

Search by