Í dag 04. septembur 2009, hevði Jens Magnus Jensen sín seinasta arbeiðsdag í Eysturkommunu.
Jens Magnus byrjaði at starvast hjá Leirvíkar kommunu 18. novembur 1993, og hevur starvast sum vegformaður ta mesta av hesi tíðini.
Á samkomu í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu fingu politikkarar og starvsfólk møguleikan at heilsa uppá Jens Magnus, nú hansara seinasti arbeiðsdagur var veruleiki.
Fríðgerð Heinesen, varaborgarstjóri nýtti høvi at takka Jens Magnusi fyri drúgva tænastu, og lýsti í stuttum hvussu arbeiðið og arbeiðsøkið hjá Jens Magnusi var broytt upp gjøgnum tíðina. Eisini vísti Fríðgerð á tað virðismiklu vitan Jens Magnus hevði ogna sær hesa tíðin. Andreas Andreasen, tekniskur leiðari bar fram eina heilsan og takkaði Jens Magnusi fyri gott samstarv.
Til síðst takkaði Jens Magnus politikkarum og starvsfólki fyri sera gott samstarv, og vísti á, at hann var til reiðar, um ivaspurningar og annað skuldu stungið seg upp, og sum hann møguliga kundi verða ein hjálp til at loysa.
Jens Magnus Jensen hevði føðingardag nú seinasti arbeiðdagur hjá honum var veruleiki, og eru árini blivin 68. Hjartaliga tillukku.
Eysturkommuna vil takka Jens Magnus Jensen fyri drúgva tænastu og ynskja honum alt tað besta í tilveruni sum pensiónistur.