Eystanljóð til verka aftur

Kórið Eystanljóð byrjar nýtt sangár týskvøldið 15. september 2009. Í kórinum eru umleið 25 fólk í ymsum aldri, og pláss er fyri fleiri. Á skránni í vetur, verður fyrst og fremst vant til jólakonsertina, sum verður í Gøtu kirkju 6. Desember. Á skránni verður verk eftir Fauré, eisini verður kendur jólatónleikur á skránni.

Á páskum ella tíðliga komandi heyst, er ætlanin at fara uttanlanda túr.

Kórleiðari er Petur Martin Johannesen, úr Klaksvík, sum nú fer undir sítt 3 ár sum kórleiðari hjá Eystanljóð. Petur Martin hevur tónleikaútbúgving og starvast sum lærari á Føroya Musikkskúla.

Kórið hevur brúk fyri fleiri sangarum, so hevur tú hug at verða við, so er at møta upp til venjing týskvøldið kl. 19.30. Vant verður í 1929 skúlanum við Gøtugjógv.

Hevur tú okkurt at spyrja um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gregersen tlf. 272714 ella Sigvør Laksá, tlf 219570.

Search by