Sum tygum kunnugt, hevur Eysturkommuna gjørt av at fara undir eitt fríðkanarátak, har endamálið er at stimbra og motivera borgarar og vinnulív til at leggja enn størri áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild. Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir hjá kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild, í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd.
Ein 3 manna dómsnevnd hevur verið sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin hevur verið runt um í kommununi og gjørt sínar metingar um hvørji skulu verða heiðraði. og mett um møguligar vinnarar, og valt vinnarar eftir treytum, sum lýstar eru niðanfyri. Tó, tað vakra er ymiskt, og ymiskt er hvat hvør einstakur heldur verða vakurt. Tí verður partur av dómsnevndini skiftur út á hvørjum ári. Borgarin er altíð umboðaður í nevndini.
Tiltakið hevur verið skipað sum kapping, har vinnarar í hvørjum átaki hava fingið eina virðisløn og eina plátu at seta á ognina. Eisini eru heiðursbrøv latin til onnur, enn vinnandi partin, sum eitt herðaklapp.
Uml. 50 fólk vóru við til hátíðarhaldið í Gøtubrá hóskvøldið 17. september.
Hátíðarhaldið byrjaði kl. 19.00 við at Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini bjóðaði øllum vækomnum. Aftaná helt Jóhan Christiansen eina røðu. Áðrenn virðislønirnar og heiðursbrøvini vórðu handaði, var vøkur tónleikaframførsla frá Paulu Gaard og Bárði á Lakjuni. Myndir vórðu vístar á stórskíggja.
Alt í alt ein sera hugnalig løta í Gøtubrá.
Fyri vakrasta urtagarð vóru virðislønirnar latnar soleiðis.
Nr. 1
Birgit Persson og Rasmur Mikkelsen, Geilagøta 7, Syðrugøta
Nr. 2
Valborg Jacobsen, við Matará 7, Syðrugøta
Nr. 3
Tórhild og Rúni Bjarkhamar, á Gøtuteigi 9, Leirvík
Umfarmt teir tríggjar vakrastu urtagarðarnar, vóru eisini heiðurbrøv latin til hesi fyri sera væl røktar urtagarðar:
Andrea og Jónsvein Eliassen, Biskupsmerkur 12, Leirvík
Gunnhild Petersen, í Tungu 9, Syðrugøtu
Sædis og Páll Jacobsen, Garðagøta 2, Syðrugøtu
Malla Jacobsen, við Ánna 52, Norðragøtu
Kata og Petur Adrian Jacobsen, Áargarður 15, Leirvík
Fyri best røkta neyst vóru virðislønirnar latnar soleiðis:
Nr. 1
Niclas Danielsen, Jógvan Páll Danielsen og Jóhan Danielsen – matrikul nr. 126 í Leirvík
Nr. 2
Neystalon á matrikul nr. 146, 147b, 148, 149, 150
Ánarar eru:
• Janus Martin Joensen Norðragøta
• Áslakk Hansen Norðragøta
• Hargar Tvørfoss Norðragøta
• Felagið Jákupsstova v/ Óla Mikkelsen Tórshavn
• Eliesar Thomsen, Eyðfinn Thomsen, Hanna Dalheim og Marna Isaksen, Norðragøta
Nr. 3
Jónleif Jacobsen, – matrikul nr. 126 í Leirvík
Fyri best røktu fyritøku vóru virðislønirnar latnar soleiðis:
Nr. 1
P/f. Fiskavirkið, Norðragøta
Nr. 2
Magnstøðin í Gøtudali
Nr. 3
P/f. Sjóborg, Leirvík
Fleiri myndir í myndasavninum