Listaverk í Brúsa

Í samband við hátíðarhaldið tá ið dagtovnurin Brúsi í Leirvík var tikin í nýtslu, avgjørdi Eysturkommunu Býráð at lata eina gávu til stovnin, sum skuldi verða eitt listaverk, sum Súsan í Jákupsstovu, listakvinna, skuldi gera.

Listarverkið er nú liðugt og var avdúkað herfyri. Talan er um eitt listaverk, sum Súsan hevur seymað og málað og klipt og tað er gjørt sum fimm longdir, sum hanga lið um lið. Listakvinnan hevur fingið íblástur í umhvørvinum við Brúsá og listaverkið hevur sera vakrar litir og ímyndar alskins ævintýr og verur. Her síggjast Brúsi og kettan, Kópakonan, huldufólk og trøll, fjøll og sjógvur og mangt annað.

Í samband við at listaverkið var avdúkað, bjóðaðu starvsfólkini í Brúsa kaffi og køkur til foreldur og onnur vitjandi. Listaverkið hjá Súsan í Jákupsstovu er í felagshølinum Miðstovuni í Brúsa.

Search by