Eystanljóð í Christianskirkjuni og í Gøtu Kirkju

Kórið Eystanljóð skipar trúliga fyri jólakonsert hvørt ár, og soleiðis verður eisini í ár. Hesaferð verða tvær konsertir – báðar verða sunnudagin 06. Desember – Í Christianskirkjuni kl. 16.00 og í Gøtu kirkju kl. 19.30. Á konsertini luttaka eisini norski organisturin Kristoffer Myre Eng, Eivør Pálsdóttir og gentukór úr Klaksvík

Skráin í ár er serlig á tann hátt, at kórið fer at syngja partar úr Requiem av Gabriel Fauré. Verkið verður framført við orgulfylgispæli, har kendi norski organisturin Kristoffer Myre Eng

kemur at spæla undir, og Eivør Pálsdóttir syngur solo í Pie Jesu.

Kórleiðari hjá Eystanljóð er Petur Martin Johannesen úr Klaksvík . Hetta er triðja árið at Petur Martin venur kórið, ið hevur verið í støðugari menning undir hansara kønu hond.

Á konsertini fer Kristoffer Myre Eng, ið er kendur fyri sínar orgulimprovisatiónir, eisini at improvisera yvir føroyska sálmalagið “Jeg vil mig Herren love”. Eivør og Eystaljóð geva eisini sítt íkast til hendan partin av konsertini. Eivør hevur á konsertum her heima og víða um í heiminum framført og gjørt improvisatiónir yvir hetta og onnur kingoløg, so tað verður forvitnisligt at hoyra, hvat tað kann blíva til við norskum orgulíblástri.

Seinna partin av konsertini syngur kórið nakrar traditionellar jólasangir, gentur í 6. og 7. flokki í ovara og niðara skúla í Klaksvík fara at framføra tvey jólaløg og Eivør fer at framføra nøkur løg.

Konsertin er ókeypis, men tey, ið ynskja at stuðla tiltakinum, kunnu lata eina gávu úti í forkirkjuni.

Search by