Navnakapping

Eysturkommuna bjóðar hervið til navnakapping viðv. navni til Dagstovnin í Gøtu.

Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemi á stovninum.

Vinarligast sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt, til Eysturkommunu, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.

Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing.

Uppskotið skal sendast innan fríggjadagin 18. desember kl. 13.00 til Eysturkommunu, Landsvegur 2, Postsmoga 30, FO-510 Gøta.

Virðisløn á kr. 3.000,- verður latin fyri besta hugskotið.

Eysturkommuna tilskilar sær rættin ikki at nýta vinnandi uppskotið.

Search by