Tann 20. februar 2010 verður skipað fyri áhugaverdum tiltaki. Føroyingar við áhuga fyri Grønlandi fyrr og nú og Grønlendingafelagið hava tikið stig til tiltakið.
Á skránni eru hugleiðingar um:
Føroyingafelagið sum varð stovnað í Nuuk fyrst í sekstiárunum.
Hvussu byrjaði samkoman hjá Brøðrunum í Nuuk.
Arbeiðið í Føroyingahavnini.
Sangluttøka verður eisini.
Annars er ætlanin við tiltakinum at vit hittast og fáa práta um okkara felags áhuga, nevniliga – Grønland.
Summi hava búð har uppi og ikki sæst í fleiri ár. Onnur vóru í Føroyingahavnini ella róðu út.
Tað kundi verið áhugavert og “nostalgiskt”.
Tey við áhuga fyri Grønlandi er vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk.
Vit verða í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Byrjað verður á middegi kl.12 við døgurða og kaffi. Tiltakið endar kl. 18.
Tekning (seinasta freist 10.feb.) fer fram hjá Poulu Gaardbo tlf. 25 78 71 og Hannu av Kák Nattestad tlf. 255203