Fitness í Leirvík

Nú ber til at venja í Leirvík

Tit ungar gentur og kvinnur, sum kundu hugsað tykkum okkurt stuttligt at samlast um, og at komið í góða kropsliga venjing til ljósaru tíðirnar, nú várið og summarið nærkast, komið og venjið fitness saman við mær:)

Byrjað verður 07. mars 2010 í fimleikakhøllini í Leirvíkar skúla kl. 20.00.

Vit venja 2 ferðir um vikuna mánakvøld og hóskvøld 20.00 – 21.15 uml. 

Skráin er uppbygd soleiðis, at vit hita upp í uml. 7 min. Síðani skifta vit ímillum cardio-interval-venjing og styrkivenjing í uml. 60 min. At enda strekkja vit út í uml. 7 min.

Hetta er ein sera  úrslitagóð venjing av tí, at ein við at skifta ímillum cardio-interval og styrkivenjing fær boostað konditiónina og feittforbrenningina. Ein forbrennir feitt, samstundis sum ein tónar kroppin og fær ein betri kropsburð.

Ein og hvør – ungur sum eldri –  kann vera við at venja, tí skráin er samansett soleiðis, at ein kann gera venjingarnar eftir egnum førleika og ferð.

Við til venjing skulu tit hava:

Venjingarklæðir og góðar innanduraskógvar.

2 hondvektir ella t.d. tvær 1/2 liturs plastikkfløskur við vatni í.

Vatn at drekka undir venjing.

Eitt handklæði at turka tykkum við undir venjing.

Kostnaðurin er 150 kr. fyri 1 mánaða. Eisini ber til at gjalda 30 kr. hvørja ferð, um tað ikki liggur fyri at møta upp til hvørja venjing.

Meiningin er at venja heilt framm til summar, so møtið fjølment! 😉

Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at ringja til mín á fartlf.: 580191

Vinarliga:

Mary K. Cazabon.

Search by