Sólarkaffi 2010

Upp ímóti 600 fólk høvdu leitað sær saman í bygdarhúsinum í Leirvík til árliga sólarkaffitiltakið, sum var sunnudagin 14. februar.

Ymiskt var á skránni so sum sang– og tónleikaframførslur, røður og felagssangur. Eisini hevði Martin Fjallstein framløgu av Leirvíkar bygdarsøgu.

Hetta er fyrsta bindið av trimum, og lýsir fyrsta bindið brot úr bygdarsøguni frá víkingatíðini og fram til aldarskiftið 1900. Eisini er í hesum bindinum ættarsøgan hjá býlinginum á Toftanesi greinað út, líka frá 1700 talinum fram til dagin í dag.

Ætlanin er, at annað bind kemur út í oktober í ár, og at triðja bindið skal koma út á vári 2011.

Annað bindið fer at snúgva seg um staðarnøvn, trúarlív, kommunusøguna, skúlasøguna umframt hús og ættir í býlinginum við Garð í 300 ár, meðan triðja bindið fer at viðgera mentanarsøguna í bygdini, vinnulívið og hús og ættir við Á ella á Áargarði í 300 ár.

Høvi var at heilsa uppá høvundan, eins og bókin eisini fekst til keyps, og kundi blíva signerað av høvundanum.

Eins og undanfarin ár, varð høvi til at heilsa uppá vinir og kenningar,  og møguleiki var at njóta ein góðan te– og kaffimunn saman við eini rúgvu av góðum og vælsmakkandi køkum.

Search by