G! Festival fer frá partafelag til vælgerandi grunn

Nýstovnaði G! Grunnurin hevur yvirtikið fyriskipanina av G! Festival frá smápartafelagnum ”við Gorlaksá”. Viðtökurnar fyri grunnin siga m.a., at eitt möguligt avlop av G! Festival fer óskert til at skapa ein tónleikamiðdepil í Eysturkommunu.

Smápartafelagið ”við Gorlaksá” hevur sostatt einki við fyriskipanina av G! at gera longur.

Í nevndini fyri nýggja grunnin sita: Hans Jákup Mikkelsen, formaður, Sigvör Laksá, Rógvi Róin, Oluffa Joensen og Jón Tyril.

Grunnurin hevur sett Jón Tyril í starv at standa á odda fyri fyriskipanini av G! 2010.

Dentur hevur verið lagdur á ikki at broyta konseptið og innihaldið á G! Festival á nakran hátt, men einans bygnaðin aftanfyri. Öll tey somu virðini og endamálini, sum altíð hava ligið til grund fyri G! Festival eru framvegis galdandi. Hesi kunnu lesast á “www.gfestival.fo undir ”um”. Einasti munurin er, at tað nú er í viðtökunum, at eitt möguligt yvirskot verður latið óskert til eina ítökiliga vælgerandi verkætlan.

Jón Tyril, sum átti partabrövini í sp/f við Gorlaksá, tók sjálvur stig til at fáa umskipað bygnaðin, síðani tóku onnur um endan við tí formella. Jón sigur soleiðis um nýggja bygnaðin.

”Tað viktigasta er kanska at smápartafelagið, sum var ein forðing hjá summum at síggja ideellu endamálini aftanfyri G!, er burtur úr myndini. Eg merkti beinanvegin, at tað loysir upp fyri eini rúgvu av goodwill, at fólk sleppa undan at fyrihalda seg til eitt partafelag og möguligan vinning til ein privatpersón. Nú hava tey garanti fyri, at eitt möguligt yvirskot fer til vælgerandi mentanarlig endamál.

Fyri meg sjálvan merkir tað eisini, at eg standi ikki einsamallur við allari ábyrgdini av G! Festival, og eg havi eina nevnd við dugnaligum fólkum at hella meg upp at og ráðföra meg við.”

Smápartafelagið við Gorlaksá skipaði fyri G! Festival í 2009. Jón Tyril sum privatpersónur stóð fyri G! Mini í 2008, aftaná at partafelagið, sum hevði staðið aftanfyri G! Festival í 2007 og 2006 fór á heysin. Áðrenn hetta var tað Tónleikasamtakið Grót, sum stóð sum fyriskipari av festivalinum. Jón Tyril hevur verið oddamaður í G! Festival öll árini, síðani hann og Sólarn Solmunde tóku stig til tiltakið á fyrsta sinni í 2002.

”Eg trúgvi, at hetta var eitt neyðugt og skilagott stig, til tess at tryggja, at festivalurin skuldi yvirliva í longdini og náa víðari við teimum málum, sum altíð hava ligið til grund fyri tiltakið,” sigur Jón, og leggur afturat, at ”G! 2010 stendur fyri framman, og nógv spennandi verður á skránni. G! heldur fram at vera tað stuttligasta, lívligasta og mest fjölbroytta tiltakið í föroyska summarinum”.

G! Festival 2010 verður hildin í Götu dagarnar 15-16-17. Juli. Atgongumerkini fáast kring landið og higartil eru 9 av uml 30 növnum á skránni almannakunngjörd og fleiri eru á veg.

Search by