Føstulávints verkstaður

À Frítíðarheiminum í Leirvík hava starvsfólk og børn havt føstulávints-verkstað í tvær vikur undan føstuávint.

Arbeitt hevur verið við, at gera maskur úr gipsi og at seyma grýluklæðir.

Áhugin hevur verið sera stórur. Børnini hava møtt væl upp hvønn dag, og hava verið ógvuliga arrangeraði í hesum virkseminum.

 

Hugsanin við einum tílikum tiltaki er fyrst og fremst, at fáa eitt gott samstarv í lag millum øll á stovninum, og at laga tað soleiðis, at øll kunnu luttaka og fáa høvi at nýta síni skapanarevnir.

Børnini hava tilevnað sær síni egnu grýluklæðir burturúr gomlum klæðum og toyi, vit hava fingið frá foreldrunum, og sum sæst á myndunum hava tey fingið væl burturúr.

Føstulávintsmánadag bjóðaðu vit til foreldrakaffi, tey fingu heimabakaðar føstulávintsbollar og bróstsukur, sum vit hava gjørt her á stovninum saman við børnunum.

 

Ein góður og væleydnaður dagur saman við børnum, foreldrum og ikki at gloyma tey aktivu/nærverandi starvsfólkini.

Search by