Hjálpartiltak fyri Haiti

Týskvøldið 23. februar 2010 skipaði Gøtu skúli fyri einum peningasavnandi hjálpartiltakið til frama fyri tey neyðstøddu á Haiti.

Tiltakið var sera væl eydna og fekk góða undirtøku.

Ymiskt var á skránni so sum søla av páskaprýði sum næmingarnir á skúlanum høvdu gjørt, framløga um Haiti, lutaseðlasøla og kafé.

Samlaða upphæddin, sum tiltakið gav, og sum var latin Reyða Kross Føroya, var kr. 32.719,50.

Skúlin takkar hjartaliga øllum, sum stuðlaðu tiltakinum.

Search by