Sunnudagin 21. mars verður forvitnislig framsýning í Gøtu skúla av handaligum næmingaavrikum hjá Kvøldskúlanum í Eysturkommunu.
Framsýningin letur upp kl. 16.00. Tá fara kvøldskúlanæmingar at framføra tónleik og Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini, fer at siga nøkur orð.
Framsýningin er opin til kl. 19.00.
Nakrir málningar, sum tey, ið hava gingið til myndlist, hava málað, verða seldir, og ágóðin av søluni fer til Reyða Kross Føroyar at stuðla neyðstøddum í Haiti.