Tróndur í Götu mynstraði fyri fyrstu ferð seinnapartin í gjár og er nú ávegis til Föroyar.
Áðrenn skipið fer til Runavíkar – koma teir ein túr inn á Gøtuvík at vísa snotiliga farið – hetta verður væntandi umleið kl 15.00
Eftir ætlan verður skipið á Runavík mikudagin seinnapartin tann 24. mars, umleið kl 17.00
Skipið leggur at við “oljukajuna” norðanfyri tangarnar, har Eysturkommuna skipar fyri móttøku
Skráin er hendan:
Fuglafjarðar Hornorkestur spælir meðan skipið kemur innat, leggur til bryggju og verður bundið. Sjálv móttøkan byrjar, tá motorarnir eru kvirrir og fólkið umborð hevur fingið stundir at savnast…
1. Fuglafjarðar Hornorkestur: Mítt føðiland
2. Felagssangur: Eg minnist úr gomlum søgum.
3. Jóhan Christiansen, borgarstjóri heldur móttøkurøðu
4. Felagssangur: Givnir eru einglar góðir
5. Møguligar heilsanir
6. Jákup E. S. Jacobsen, reiðari, heldur røðu og bjóðar umborð
7. Felagssangur: Tú alfagra land mítt
8. Fuglafjarðar Hornorkestur spælir, meðan fólk gongur umborð