Fríðkanarátakið 2010

Fríðkanarátakið 2010

Aftur í ár fer Eysturkommuna at skipa fyri fríðkanarátøkum.

Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningarnar og økini hjá kommununi eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað, fragd og frama.

Endamálið við tiltøkunum er at eggja borgarunum til at fríðka um umhvørvið sum heild.

Avgjørt er, at 2 átøk verða framd í verki í ár.

Best røkta úthús/fjós/seyðhús

Vakrasti urtagarður

Eins og undanfarna ár, eru tiltøkini skipaði sum kappingar, har vinnararnir fáa virðislønir handaðar. Virðislønahandanirnar verða umleið ½ august á samkomu í tilhaldinum í Gøtubrá.

Til hvørt átakið er ein 3 manna dómsnevnd sett.

Í dómsnevndini fyri best røkta úthús/fjós/seyðhús er 1 umboð fyri kommununa, eitt borgaraumboð og eitt umboð fyri Agenda 21 stovuna.

Í dómsnevndini fyri vakrasta urtagarð er eitt umboð fyri kommununa, ein gartnari og vinnarin av kappingini í 2009.

Search by