Julianna Klett, advokatur fer nú frá sum franskur konsul, vegna aldur. Julianna hevur røkt hetta starv síðan 2004. Í hennara stað tekur Hanna Jensen við sum konsul.
Til dagligt undirvísir Hanna í fronskum á Studentaskúlanum á Kambsdali, umframt at hon eisini er lestrarvegleiðari.
Við Dimmalætting sigur Hanna, at hon tekur hetta sum eina æru, at hugsað hevur verið um hana sum franskan konsul.
Franska sendikvinnan í Danmark skuldi í hesum sambandi koma til Føroyar á vitjan, men hevur hetta ikki borið til, orsaka av at flogferðslan er tarnað av øsku í luftini.
Vit ynskja Honnu hjartaliga tillukku við tignarliga starvinum, og ynskja henni alt tað besta framyvir