Á fundi 3. mai varð nýtt bólkaráð fyri KFUM-skótarnar í Leirvík valt.
Bólkaráðið, ið er samansett av leiðarum, foreldraumboðum og umboð fyri
kirkjuliga arbeiðinum í bygdini, er hægsti myndugleiki í skótabólkinum
og hevur alla ábyrgd av tí kristiliga, siðiliga og fíggjarliga virkinum
hjá bólkinum.
Bólkaráðið hevur skipað, seg við Ásbjørn Jacobsen sum formanni,
Sólrun Foldbo sum skrivara og Kirsten Danielsen sum kassameistara.
Jan Dam Vang er bólkaleiðari, Tummas Tróndheim er liðleiðari og Helma
Maria Tróndheim er úlvaleiðari. Øll í bólkaráðnum hava verið ella eru
virkin í skótaarbeiðinum.
Limatalið er um 70 og umleið 30-40 skótar og úlvar møta til fundir í
skótahúsinum hvørja viku.
KFUM-skótarnir í Leirvík eru eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at
lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi
frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera
sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.
Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur
á stovn 5. mai 1962. Teir byrjaðu arbeiðið í gomlu losjuni, og hildu til
har í nøkur ár. Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsið inntil
snikkaravirkið á Toftanesi varð keypt og umbygt til skótahús í 1977.
Í 1982 komu gentur eisini uppí KFUM skótarnar, sum annars bara høvdu havt
dreingir.
Í dag eru fleiri enn 25 milliónir skótar í fleiri enn 160 londum, børn, ung
og vaksin, gentur og dreingir.
Eftir summarfrítíðina er ætlanin at taka nýggjar limir upp í bólkin og eru
øll børn og ung í Eysturkommunu, Leirvík og Gøtu, hjartaliga vælkomin upp í
skótafelagsskapin.
Eisini hava KFUM-skótarnir í Leirvík fingið nýggja heimasíðu við navninum