Navnakapping

Tann 14. september 2010 vóru svimjifeløgini Reki og Skeggjar løgd saman í nýtt felag. Nýggja felagið skal hava eitt navn. Í hesum sambandi verður skipað fyri navnakapping, har øll áhugað kunnu lata inn uppskot um navn til felagið við at senda teldupost til gunnvoer.hentze@skulin.fo. Freistin er mánadagin 18. oktober, kl.12.00. Nevndin velur millum innkomin uppskot og tilskilar sær rættin til einki at velja. Vinnandi uppskotið verður heiðrað við 3.000 kr. !

Search by