I morgin, sunnudagin 12. desember 2010, fer Martin Fjallstein at leggja 2. bind av Leirvíkar bygdasøgu fram á Bátasavninum í Leirvík.
Annað bindið snýr seg um staðarnøvn, trúarlív og hús og ættir í býlinginum við Garð í 300 ár.
Høvi verður at heilsa uppá høvundan, eins og bókin eisini fæst til keyps, og kann verða signerað av høvundanum. Eisini fer Fríðfinnur Johnson at hugleiða.
Tiltakið verður kl. 15.00