Í stovuni Gjónni á Dagstovninum Gjáa hava í eina tíð verið 3 námsfrøðingar í starvsvenjing. Hendan stovan arbeiðir við støðið í Reggio Emilia námsfrøðini.
Læraraskúlin setti seg í samband við Dagbjørt Ó. Hansen, leiðara fyri at fáa hana at greiða frá, hvussu verður arbeitt við júst hesi námsfrøðini. Eitt er at lesa bókmentir av Reggio Emilia, annað er at uppliva hvussu arbeiði kann útinnast í verki.
Sigast má, at tey vitjandi vóru sera væl nøgd við kvøldið. Sambært Dagbjørt, so var tað ikki av tilvild, at tey júst 20. kvøld borðreiddu við ræstari súpan – hetta er gamal siður – í hvussu so er úti á bygd.
Nakrar dagar eftir vitjanina fekk Gjái og tey sum varða av Gjáa hesa tøkkina:
Góða Dagbjørt og øll tit, sum varða av Gjáa!
Stóra tøkk fyri eitt sera læruríkt kvøld. Frammanundan vitjanini vóru vit sera spent uppá, at læra meira um, hvussu ein stovnur í Føroyum arbeiðir við støði í Reggio Emilia námsfrøðini. Satt at siga, so høvdu vit ikki droymt um, at blíva so væl móttikin, sum vit blivu hetta myrka vetrarkvøld fyrst í januar mánaði. Tað var tí sera imponerandi at trína inn um dyrnar og síggja, hvussu væl tit høvdu fyrireika tykkum. Tað fyrsta, sum møtti okkum longu úti í túninum, var angin av ræstari súpan. Inn um komin sóu vit, hvussu vakurt tit høvdu prýtt borðini og eisini høvdu tit hongt upp hópin av dokumentatión, myndir, plakatir og annað virksemi, sum avspeglaði Reggio Emilia pedagogikkina. Alt samalt í Reggio Emilia anda, har rúmið verður brúkt, sum triðji námsfrøðingurin.
Ein serlig tøkk til Dagbjørt fyri sera áhugaverdu framløguna og eisini til øll starvsfólkini, sera imponerandi, at tit øll luttøku og greiddu so væl frá. Harumframt luttók Ingi, umboð frá kommununi, sum sjálvur er námsfrøðingur. Hann spjaddi til við sera áhugaverdum vinklum, um týdningarmikla samarbeiðið ímillum stovn og kommunu.
Fyri okkum, 20 lesandi og ein lærara, er tað serliga áhugavert at síggja og hoyra, hvussu tit, við stórum eldhuga, fara til verka í tykkara arbeiði. Tit smittaðu veruliga. Eitt er at lesa bókmentir um Reggio Emilia, men harumframt, eisini at vitja ein stovn, sum útinnir hesa námsfrøði á ein spennandi og livandi hátt, tað hevur hjálpt okkum, bæði lesandi og lærara, at fáa eina betri fatan av, hvussu Reggio Emilia kann útinnast í verki.
Frá læraraskúlanum og 3. árs pedagoglesandi á linjuni “Estetiskar lærutilgongdir og kreativa barnið” siga vit enn einafeð stóra takk og ynskja tykkum góða eydnu við tykkara spennandi námsfrøðiliga virksemi.
Takk fyri gott samstarv.
vinarliga
Paulina Poulsen