Skrokkurin til tað nýggjasta skipið hjá reiðarínum Supply Service í Leirvík er nú sjósett.
Eftir ætlan skal skipið lætast reiðarínum í septembur í ár. Skipið skal gerast liðugt í Noregi. Skrokkurin er gjørdur í Turkalandi.
Hetta veitingarskipið verður eins og Eldborg skrásett í FAS og øll manningin verður føroysk. Tað verða 24 mans knýttir at hvørjum skipi.
Næsta skipið hjá Supply Service skal eftir ætlan verða liðugt í apríl í 2012
Supply Service hevur góðar vónir fyri framtíðina. Teir samstarva við oljufelagið Winthershall og Det Norske Oljeselskap, og hevur hetta samstarv rigga væl.