Á hvørjum ári veitir Eysturkommuna stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi, ið er viðkomandi fyri kommununa. Í hesum sambandi eru tvær umsóknarfreistir um árið – tann 1. apríl og 1. september.
Hetta merkir, at komandi freistin fyri at søkja um stuðul er leygardagin 1. apríl.
Møguleiki er at søkja um stuðul til virksemi innan hesi øki:
Harafturat samtykti býráðið herfyri, at ein satspulja skuldi á hvørjum ári oyramerkjast til at stimbra eina ávísa listagrein. Í 2023 er hendan satspuljan oyramerkt til filmsverkætlanir.
Mentanarnevndin avger, hvør fær stuðul. Er talan um stuðul, ið er hægri enn 30.000 kr., skal málið leggjast fyri býráðið.