Várkonsert við kórinum Eystanljóð

Várkonsert við kórinum Eystanljóð verður í Leirvíkar kirkju leygardagin, 16. apríl kl. 17.00.

Á konsertini fer kórið serliga at syngja traditionellar føroyskar vár- og summarsangir og sálmar. Kórið Eystanljóð var seinast í mars mánaða ein túr Dublin, har sungið var í St Patricks Cathedralinum, og er tað sama skrá, ið verður tikin fram til hesa várkonsertina í Leirvíkar Kirkju.

Kórleiðari hjá Eystanljóð er Petur Martin Johannesen. Petur Martin hevur verið kórleiðari seinastu 4 árini, men verður hettar hansara seinasta konsert í hesum umfarinum, tí Petur Martin hevur valt at fara undir annað virksemi. Kórið vil hervið takka Petur Martin fyri gott samstarv og fýra góð og lærurík ár.

Search by