Verkætlanin Áartunga.

Ætlanin er at fara í gongd við at laða gomlu gróthúsini Millum Áirnar í Syðrugøtu upp aftur, og at gera gøtur, brúgvar og at planta trø og runnar í økinum.

Fyri at fáa góðan íblástur til eina slíka verkætlan, gera vit, fyri íbúgvar i Eysturkommunu, eina útferð til Havnar leygardagin 16. apríl kl. 10. Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, fer at vísa runt og greiða frá í Skógrøktini og Viðarlundini v. m. Tróndur er góður frásøgumaður, so vit fáa heilt vist eina góða uppliving.

Um nóg nógv tekna seg, kemur Zakaris at koyra okkum við bussi. Havið matpakka við. Vinarliga sigið frá hjá Zakaris 212683 ella Leivur 506061 í seinasta lagi fríggjadagin á middegi.

Vónandi møta vit fjølment.

Search by