Eysturkommuna hevur gjørt av at seta Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen úr Norðragøtu í starv sum leiðara á Dagstovninum Gjáa.
Dagbjørt er 58 ára gomul, er útbúgvin námsfrøðingur. Dagbjørt hevur starvast sum námsfrøðingur, varaleiðari og seinastu tíðina sum fyribilsleiðari á Gjáa.
Eysturkommuna ynskir Dagbjørt góða eydnu í starvinum og teimum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman á ansingarøkinum í Eysturkommunu.
Dagbjørt byrjar í starvinum 01. juli 2011.