Svimjisamband Føroya skipaði í døgunum 20. til 22. mai 2011 fyri árligu Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni í svimjing. Kappingin var í svimjihøllini í Gundadali. Ægir úr Klaksvík, vann samanlagt flest heiðursmerkir 39 gull, 16 silvur og 22 bronsu.
Við Ægir svimja 4 ungir evnaríkir svimjarar úr Leirvík. Talan er um Heðin L. Olsen, Turið S. Christiansen, Evu Trúgvadóttir og Óluvu Jacobsen.
Heðin vann 3 gull , 8 silvur og 3 bronsu, Turið vann 13 gull, 1 bronsu, og setti ikki minni enn 7 junior met. Eva vann 2 gull, 3 bronsu og setti 1 føroyskt met. Óluva vann 8 gull, 1 silvur. Eisini vóru Turið og Óluva við at seta 2 føroysk met í liðsvimjing.
Heðin, Turið og Eva skulu saman við øðrum umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight í døgunum 25. juni til 01. juli 2011, harumframt skal Heðin, í døgunum 04. og 05. juni 2011, luttaka á More Nostrum svimjistevnuni í Barcelona og í døgunum 06. og 10. juli 2011, á Europameistarastevnu í Beograd.
Jonna Thomsen úr Leirvík, sum daglig svimur við FS í Fuglafirði, hevur somuleiðis sera góð úrslit at vísa á í Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni 2011. Hon vann ikki minni enn 10 silvur og 3 bronsu heiðursmerkir.
Eisini hjá Jonnu standa avbjóðingar fyri framman, og skal hon til Ålborg ungdómleikir í august í ár.