Í samband við at nýggjur bátahylur á Toftanesi í Leirvík skal gerast, samtykti býráðið á býráðsfundi tann 27. apríl 2011 at taka av lægsta tilboðið – tilboð B , ið kom inn og sum var frá J&K Petersen.
Inn komu fýra tilboð. Umframt J&K Petersen luttóku P/F Articon, Sp/f Kanjon og Samtakið RTS & JHR í lisitatiónini.
Í dag varð so arbeiðssøkusáttmálin undirskrivaður í býráðssalinum hjá Eysturkommunu. Tað var borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen og stjórin hjá J&K Petersen, Steinálvur Petersen, sum undirskrivaðu sáttmálan.
Arbeiðið at gera bátahylin, verður eftir ætlan liðugur 30. apríl 2012.