Sunnudagin 05. Juni kl. 16.00 heldur Kór Langholtskirkju konsert í Gøtu Kirkju. Konsertin er ein minniskonsert fyri Páll Jacobsen. Kórleiðarin hjá Kór Langholtskirkju er Jón Steffanson.
Kórið er komið til Føroya í sambandi við árligu kórstevuna, ið er í Havn í døgunum 02. til 04. Juni 2011. Jón Steffanson er ein av tveimum útlendskum kórleiðararum, ið fara at stjórna føroyska felagskórinum á kórstevnuni.
Orsøkin til at Langholtskórið kemur í Gøtu Kirkju at halda konsert til minnis um Páll, pápa Eivør, er tann, at Jón Steffánson saman við konuni Óløf Kollbrún Harðadóttir, tóku sera væl ímóti Eivør, tá hon sum tannáringur flutt til Reykjavíkar
at nema sær kunnleika innan sang, og heimið hjá teimum kom at verða heimið hjá Eivør tey 4 árini, meðan Eivør búði í Reykjavík. Óløf og Jón síggja Eivør sum dóttir sína og heimi hjá teimum hevur altíð staðið opið, bæði fyri Eivør og hennaravinfólkum og orkestri, so á Langholtsvegnum í Reykjavík hjá Óløf og Jón, eru nógv vinarbond knýtt ímillum føroyingar og íslendingar.
Tá Páll so brádliga fór hiðanífrá í februar í ár, var ikki møguligt hjá Óløf og Jón at koma til jarðarferðina, og vilja tey nú bøta um hettar við at vísa teimum avvarandi tann heiður, at halda konsertina í Gøtu Kirkju til minnis um Páll.
Á konsertini fer kórið mest at syngja a capella, men eisini verður nøkur løg framførd við orgulfylgisspæli. Tað verður sera dugnaligi, Petur Martin Johannesen, ið kemur at spæla orgul.
“Ver hjá oss því degi hallar” eftir Egil Hovland,
“Irish blessing” eftir Bob Chilcott,
“Þú munt vernda í friði þann sem treysta vill á þig” eftir Samuel S. Wesley,
“Ave Maria Stella” eftir Grieg og Trond Kverno.
Høvuðsverkini á konsertini eru “When David Heard that Abraham was slain” eftir Eric Whitacre og “Ave Maria” eftir Sigvaldi Kaldalón. Verkið “When David Heard That Abraham Was a Slain” er 15 minuttirs og í 18 røddum. Í “Ave Maria” syngur Ólöf Kolbrún Harðardóttir solo.