Almenn móttøka í Gøtu skúla

Í samband við at Gøtu skúli er útbygdur og tann nýggi parturin varð tikin í nýtslu á heysti 2010, var almenn móttøka í skúlanum, seinnapartin í dag.

Í vár samtykti Eysturkommunu býráð, at kommunan skal nýta 1 % av íløgukostnaðum í framtíðini til list. Nýggi útbygningurin í Gøtu skúla, er tann fyrsta íløgan, ið virkar undir hesi skipan. Listamaðurin Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt listina, sum skúlin er prýddur við. Hetta arbeiði er eisini liðugt nú, og hevði almenningurin høvi at síggja listina.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri bjóðaði vælkomin, Hanna Jensen, forkvinna í Trivnaðarnevndini, Tummas Jákup Thomsen, listamaður og Karl Thomsen, skúlastjóri fluttu fram røður. Eisini var felagssangur og børnini Gøtu skúla sungu og høvdu tónleikaframførslur.

Fitt av fólki høvdu leitað sær til móttøkuna og fingu tey eisini høvi til at hitta listamannin.

Eisini var ein góður biti at fáa.

Fleiri myndir frá móttøkuni eru undir myndasavn ella trýst her

Eysturkommuna.

Search by