Frálandavinnan veksur

Triðja frálandaskipið hjá reiðaríðnum Supply Service í Leirvík, er nú sjósett. Talan er um Sjóborg og fór henda stórhending fór fram leygardagin 17. september 2011. Skrokkurin verður sleipaður til Noregs, á Havyard skipasmiðjuna, har tað skal gerast liðugt. Skrokkurin til Eldborg, sum reiðaríðið frammanundan eigur og skrokkurin á Seaborg, sum verður latin reiðaríðnum seinni í vikuni, eru eisini bygdir í Turkalandi.

 

Seaborg er nakað størri enn Eldborg og skal eisini sigla sum veitingarskip, umframt at skipið eisini er útgjørt til bjarging og oljurudding.

Manningin á Saeborg verður føroysk, og skiparar verða Tórhallur Staksá og Hans Pauli Henrysson. Manningin telur 12, og tað verða sostatt 24 mans knýttir til skipið.

Search by