Aftur í ár hava jólamennirnir boðað frá, at teir koma til Leirvíkar við jólaskipinum. Teir boða frá, at teir verða á Leirvíksfirði í morgin, týsdagin 20. desember klokkan uml. 17.00, á veg til Klaksvíkar.
Jólaskipið er somikið stórt, at leggjandi er ikki at bryggju í Leirvík við tí, men er ætlanin at taka nakrar jólamenn, sum hava ørindir aðrastaðni í landinum, av skipinum og føra teir til lands við einum minni báti.
Tá ið jólamennirnir eru komnir í land, er møguleiki hjá børnum og vaksnum at heilsa uppá teir og børnini fáa sjálvandi eisini ein pakka.
Vit gleða okkum til at heilsa uppá jólaskipið og jólamennirnar