Sjóborg doypt

Leygardagin 24. mars, varð nýggjast skipið hjá Supply Service í Leirvík navngivið. Skipið eitur Sjóborg og var tað kona Johan Dahl vinnumálaráðharra, Linda Herdalur, sum doypti skipið í allarfægrasta veðri í Bergen.

Áðrenn sjálvan dópin segði Linda hesi orðini:

Her byrjar ferð tín um ægin víða

tú snøgga og stórslidna far

Vit ynskja tær hepni og lagnu blíða

og teimum sum sigla við tær

Títt starv verður stuðul og hjálp at veita

á ferð millum pallar og havn

Eitt álit hjá teimum sum á teg heita

og Sjóborg verður títt navn.

Sjóborg, sum hevur kostað 370 mill. kr. at byggja, fer longu í næstu viku í drift hjá Statoil. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri dylur ikki fyri, at teir eru ómetaliga glaður fyri at hava fingið ein góðan sáttmála við Statoil.

Search by