Langa fríggjadag fara kórini Vestmanna Sangkór og Eystanljóð saman við strúkiorkestri, orgli og solistum at framføra verk eftir Mozart, Pergolesi og Haydn.
Høvuðsverkið á konsertunum verður Missa brevis í Bb-dur hjá Josef Haydn. Messuna skrivaði Haydn í umleið 1775 og er eitt av nógv sungnu kórverkunum frá klassiska tíðarskeiðnum. Messan er skrivað fyri kór, strúkiorkestur, orgul og sopran solo.
Umframt undurvøkru verkini hjá Mozart Ave verum corpus og Laudate dominum verður eisini vakra duettin hjá Giovanni Battista Pergolesi, Stabat mater at hoyra. Klassiski teksturin lýsir móður Jesu, sum grátandi stendur við krosssin. Tað verða tær báðar Anne Mette Klemensen og Jensina Olsen sum fara at at syngja.
Konsertinar verða tvinnar, tann fyrra í Vestmanna kirkju kl. 16.00 og hin seinna í Gøtu kirkju kl. 19.30.