Leygarkvøldið 14. apríl, verður eitt satt brak av eini konsert í Tøting. Hetta verður, tá Grót bjóðar Nr. 1, 2 og 3 av Sement 2012 á pall.
Eins og í fjør, bjóða Grót teimun bestu úr árligu tónleikakappingini Sement, á pall í Gøtu.
Seinastu árini, hevur Sement verði einasta tónlistarliga talent-kappingin av sínum slag í Føroyum. Og er júst hendan kapping, sum hevur havt innivist í Perluni í Havn, av sera stórum týdningi fyri menningina av rútmiskum tónleikatalentum í Føroyum.
Hópin av nýggjum bólkum síggja dagsins ljós, og fáa seg royndar til Sement. Úrslitið av tí, kunna tit gleða tykkum til at uppliva, tá Sleepless Ghosts, Black Crow King og Jústines í Túni á palli.
http://www.myspace.com/sleeplessghosts
http://www.facebook.com/pages/Black-Crow-King/206918602669402
Konsertin verður í Tøting í Syðrugøtu, leygarkvøldið 14. apríl kl. 20.00 Kostnaður 100 kr.