Kvøldskúlaframsýning í skúlanum við Gøtugjógv

Kvøldskúlin í Eysturkommunu bjóðar til framsýning í skúlanum við Gøtugjógv sunnudagin, 16. apríl frá kl. 17:00 til 19:30.

Á skránni verða tónleikaframførslur frá næmingum og framsýning av handaligum arbeiði innan maskinbinding, seyming, brodering, tekning og glaslist.

Skráin sær soleiðis út:

  • Eysturkommuna bjóðar vælkomin
  • Næmingar spæla klaver
  • Barnakór fer at syngja nakrar sangir

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Search by