Fríðkanarátak 2012

Aftur í ár skipar Eysturkommuna fyri fríðkanarátaki. Undanfarnu tvey árini hava kappingarnar verið, ”Vakrasti urtagarður”, ”Best røkta fyritøka”, ”Bestrøkta neyst”,  ”Best røktaúthús/fjós/seyðahús” og í fjør tók kappingin støði í einari heildarlýsing av matriklinum og kallaðist “Best røkti matrikul”. Kappingin avmarkaði seg til matrikul, har sethús stóðu á. Í ár er eisini ætlanin at kappingin skal kallast “Best røkti matrikul”.

Í 2009 fór kommunan undir eitt fríðkanarátak. Endamálið við átakinum er at stimbra og eggja borgarunum til at leggja áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild. Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir í kommununi, eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi– øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd.

Ein 3 manna dómsnevnd er sett, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin fer í næstum runt í kommununi at hyggja at teimum ymisku matriklunum og fer síðani at gera sínar metingar um,  hvør best røkti matrikul er.

Dómsnevndirnar eru samansettarsoleiðis:

· Eitt borgaraumboð

· Eitt umboð fyri Eysturkommunu

· Ein uttanveltaður sakkønur persónur

Borgarar, sum hava serligt rós uppiborið, verða heiðraðir sum nr. 1, 2 og 3 við virðisløn og einum skreytblaði. Nr. 1 fær eisini eina plátu við vinnaraheitinum á, at seta á ogn sína. Eisini verða skreytbløð latin til onnur enn tey vinnandi sum eitt herðaklapp.

Tá liðugt er at døma og vinnararnir eru funnir, verða viðkomandi partar bodnir  til eina hugnaliga samkomu, har handan av gávum, myndatøka, myndafrásøgn, tónleikur o.a. er á skránni.

Vinnarar í 2009 vóru:

·”Vakrasti urtagarður 2009”: Birgit Persson og Rasmus Mikkelsen

·”Bestrøkta neyst 2009”: Jógvan Páll Danielsen

·”Bestrøkta fyritøka 2009”: PRG Fiskavirkið í Gøtu

 Vinnarar í 2010 vóru:

·”Vakrasti urtagarður 2010”: Sædis Eilifsdóttir og Páll Jacobsen

·“Best røkta úthús/fjós/seyðahús”: Sólrun og Símun Jóhan Poulsen

 

Vinnarar í 2011vóru:

·“Bestrøkti matrikul”: Malan og Henning Olsen, Gøtugjógv


Tá mett verður í greinini “Best røkti matrikul” verður mett út frá hesum atlitum og hugt at:

  • um matrikulin er væl hildin
  • um tað er hugnaligt, reint og nossligt á matriklinum
  • hvussu sethus og annar alt, sum hoyrir til einstaka matrikulin, er samansett 
  • sum sethúsi o.a. sum er á matiklinum er hildið í upprunaligum sniði – um talan er um eldri bygningar
  • hvussu matrikulin er í mun til umhvørvið


Search by