Leygarkvøldið 6. oktober, verður innrás av Vága-sound og Vága-tónleikarum í Syðrugøtu.
Ikki minni enn tríggjar framførslur verða á skránni, har tónleikaliga fjølbroytni fevnir sera víða.
Tey, ið trína á pall í Tøting verða:
¤ Tinganest:
Tinganest er ein legendariskur føroyskur tónleikabólkur, sum við sínum orginaliteti hevur skapt sítt heilt egna eyðkenda ljóð og sína egnu sjangru, ið vit kenna best sum “Vága-sound”. Tónleikarnir ið mynda Tinganest í dag eru, Finnur J. Jacobsen trummur og sang, Jóan Jakku Guttesen bass og sang, Holgar Jacobsen guitar, Magnus á Stongum guitar og sang.
¤ The Colour Storm:
Er ein ungur lovandi bólkur úr Miðvági, sum smíðja góðan og melodiøsan rokktónleik. Um tú vitjar hesa leinkju: http://soundcloud.com/thecolourstorm, kanst tú læra tónleikin hjá The Colour Storm at kenna. Teir ið mynda bólkin eru Esmar P. Fagraberg guitar og sang, Niels Petur Fagraberg trummur og á bassinum er Rógvi Johannesen.
¤ Tórfríð og Holgar:
Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen hava spælt rættuliga nógv saman, og hava tey framført ymsastaðni í landinum. Tórfríð stendur fyri sanginum, meðan Holgar spælir akkustiskan guitan og syngur eisini afturat Tórfríð.
Tiltakið byrjar kl. 20.30.
Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar.
Dyrnar lata upp kl. 20.00. Avmarkað atgongd.