Sunnudagin 04. november frá 15.00 til 18.00 verður almenn móttøka, har hjúnini Jórun og Osmund Justinussen fara at avhenda Bátasavnið og Málningasavnið til Sjálvsognarstovnin”Báta- og Listasavnið í Leirvík” og bygningin hjá Sjóborg til Eysturkommunu. Á skránni verða hugleiðingar, røður og Birgitte Schnakenburg og Moniku Stauss Joensen fara eisini at framføra klassiskar tónleikaperlur.
Í mai 2000 lat Báta- og málningasavnið í Leirvík upp á fyrsta sinni upp fyri almenninginum. Talan er í stóran mun um lutir, ið hjúnini Jórun og OsmundJustinussen hava savnað saman. Í savninum eru fleiri gamlir føroyskir bátar og ørgrynna av ymiskum lutum, ið lýsa tíðarskeiðið, tá árabáturin var álitið, sera væl. Á savninum er eisini ein long røð av málningum eftir Jóannis Kristiansen og Sámal Toftanes.
Samanlagter talan um eitt sera virðismikið savn, ið á henda hátt verður tryggjað góðarog tryggar karmar í Sjálvsognarstovninum “Báta- og Listasavnið”, iðkommunan og eftirkomararnir hjá Jórun og Osmundi manna í felag.
Á móttøkuni fer Osmund Justinussen at hugleiða um savnið og virksemi kring tað; borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, fer at røða og eisini verða klassiskar tónleikaperlur frá Birgitte Schnakenburg og Moniku Stauss Joensen at hoyra. Tær eru í løtuni aktuellar við nýggjari fløgu. Fløgan “Klassiskartónleikaperlur 2” verður eisini til keyps fyri serprís á móttøkuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna sunnudagin.