Bátahylurin á Toftanesi avhendaður fríggjadagin

Fríggjadagin kl. 15:00 verður hátíðarhald við nýggjabátahylin í Leirvík í samband við at J&K Petersen avhendar Eysturkommunu nýggja bátahylin á Toftanesi. Tað eru Selmar Nielsen Arkitektur, sum hevur teknað og LBF, sum hevur prosjekterað og havt eftirlitvið bátahylinum.

Eysturkommuna samtykti í 2011 at byggja nýggjan bátahyl á Toftanesi . Pláss er fyri 70-80 bátum, sum hava fæst pláss við flótibrúgvarnar, umframt at góð atløgupláss eru til størri og smærri bátar.

Í samband viðbyggingina av bátahylinum samtykti kommunan at velja eina bygginevnd. Í henni eru Fríðgerð Heinesen, formaður, Tollakur Joensen og Jan E. Petersen. Talan var ikki “bert” um ein bátahyl, men eitt vakurt hugnaligt, stað, har tey, sum eru við bátum og øll onnur, kunnu hugna sær. Atløgubryggjurnar eru vakrar og gjørdar úr azobé træið, sum er komið allan vegin úr Afrika og vakrar laðingar eru fram við bátahylinum. Í sunnara hornið er ein fjørutrappa, sum er laðað úr føroyskum gróti. Fjørutrappan er eitt hugnaligt uppihaldsøki og kann brúkast til so mangt. Eingin fjøra er longur á Toftanesi, so fjørutrappan kann vónandi eggja til spæl og hugna við sjóvarmálan, serliga hjá børnum og barnafamiljum. Eldri og rørðslutarnað kunnu eisini ótarnað verða á økinum við bátahylin.

Hugsað er um vinnuna og økir er eisini løgd út til vinnu- og tænastuvirksemi. Økið er vakurt, har er gott útsýni  og tað liggur sera væl fyri við rundkoyringina; tað er planerað og asfalterað og grundstykkir til vinnu og tænastu eru klár.

Í vestaru síðu verða neyst bygd. Samstundis ger kommunan felagshølir, sum kunnu nýtast til uppihald. Har skulu verða almenn wc og brúsa, serliga ætlað til nýtslu hjá báta- og ferðafólkum. Tá vatn og streymur og felags fasilitetir longu eru á økinum, er upplagt, at økið eisini verður brúkt í ferðavinnuhøpi og gott pláss eru fyri húsvognum  við bátahylin.

Kostnaðurin fyri bátahylin á Toftanesi og flótibrúgvar er 14 mió.kr. Peningur er avsettur til at fríðka og listprýða økið, sum eftir ætlan verður liðugt komandi vár.

Bátahylurin á Toftanesi er ein sonn perla, sum Eysturkommuna fegnast um. Seinnapartin fríggjadagin verður eitt stutt hátíðarhald við bátahylin og síðan bjóðar Eysturkommuna ábit í Bovling.

Øll eru vælkomin.


Search by