Útgávukonsert í Tøting

Marius Ziska:

Marius Ziska gav fyri stuttum út ta nýggju fløguna Recreation

Í tí sambandi fer bólkurin at hava eina útgávukonsert leygardagin tann 17. novembur í Tøting í Syðrugøtu. Bólkurin var í summar á konsertferð í USA har hann bleiv væl móttikin. Nýggja fløgan hevur eisini fingið góð ummælir har eins og her. Í sendingini In Mente í KVF fekk fløgan 5 stjørnur útav 6 møguligum. Á heimasíðuniwww.glidemagazin.com fekk fløgan 4 útav 5 stjørnum, eins og www.indiebandsblog.com lat væl at útgávuni.

Fløgan kemur út í Týsklandi komandi ár og fer bólkurin á konsertferð har. Nú hevur tú møguleikan at hoyra bólkin í Føroyum.

Á konsertini verða, umframt føstu manningina ið telur teir 4 Hans Marius Ziska, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen og Brandur Jacobsen, eisini Jana Hallgrímsdóttir á Sang, Jákup Zachariassen á steel guitar og Magnus Johannesen á klaver.

Benjamin:

Tann navnframi og sera evnaríki Benjamin Petersen hugtók øll tey mongu útlendsku bransjufólkini á ársins G! festivali. Benjamin vann virðislønina “Væl á veg” og megnaði, eins og Marius Ziska at fáa plátusáttmála í Týsklandi.

Leygarkvøldið verður Benjamin at hoyra á ein heldur øðrvísi hátt í Tøting.


Guðrun og Petur:

Háberg systkini Guðrun og Petur eru kendar røddir á føroyska tónleikapallinum. Guðrun Háberg kenna vit frá bólkinum Guðrun & Bartal, ið vunnu tónlistarligu talentkappingina Sement í 2011.

Petur Háberg kenna vit millum annað frá bólkinum Bet you are William, Dead Beat Punx og Moby the Pink Pilot.

Tey bæði musikalsku systkini hava nú tikið stig til at gera tónleik saman, og kann tað neyvan blíva annað enn vakurt og feitt tá tey leygarkvøldið trína á pall í Gøtu.

Konsertin verður í Tøting nú leygarakvøldið kl 20.30

Kostnaðurin er kr 100,00 

Search by