Fríðkanarátakið 2012

Aftur í ár, hevur Eysturkommuna skipað fyri einum fríðkanarátakið. Eins og undanfarin ár, hevur endamálið við tiltakinum verið at stimbra og eggja borgarar í kommununi at leggja áherslu á fríðkan og umhvørvið sum heild.

Ein 3 mannadómsnevnd, varð sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin hevur verið runt um í kommununi og gjørt sínar metingar um hvørji skulu verða heiðraði, og mett um møguligar vinnarar, og valt vinnaran. Partur av dómsnevndini verður skiftur út á hvørjum ári. Borgarin er altíð umboðaður í nevndini. 

Vinnarin fær eina virðisløn og eina plátu at seta á ognina. Eisini eru heiðursbrøv latin til onnur, enn vinnandi partin, sum eitt herðaklapp. 


Í samband við átakið ”Best røkti matrikul 2012”, varð skipað fyri hátíðarhaldið í Gøtubrá. Hanna Jensen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Eysturkommunu, helt røðu, Bjørk Tyril, spældi tvey tónleikastykkir á klaver og Meinhard Jensen hugleiddi um fríðkan og umhvørvi.

Heidi H. Poulsen,umboðandi dómsnevndina, kunnaði um dømingina og avdúkaði vinnaran, tey sum blivu nr. 2 og 3, eins og tey, sum fingu eitt herðaklapp.

Hanna Jensen, handaði virðislønirnar og heiðursbrøvini 

Best røkti matrikul 2012: 

Nr. 1 Sædis Eilifsdóttir, Syðrugøta 
Nr. 2 Sofía og Rasmus Jacobsen, Leirvík 
Nr. 3 Oluffa og Jonhard Hammer, Norðragøta 

Dómsnevndin var mannað av: 

Sakaris Guldbro, byggifrøðingur – umboð fyri Eysturkommunu 
Henning Olsen, byggifrøðingur, Gøtugjógv – umboð fyri borgaran 
Heidi H. Poulsen, arkitektur hjá MAP arkitektar – uttanveltaður og sakkønur 

Treytir / reglur fyri 1, 2 og 3 virðisløn:

Dómsnevndin valdi at brúka somu treytir, sum undanfarna dómsnevnd nýtti.

Harumframt var avgjørt, at síðsta árs vinnarar ikki vóru tikin við í kappingina í ár.

Treytirnar vóruhesar:

    – – At matrikkulin skal vera val hildin

      – At tað skal vera hugnaligt, reint og nossligt á  matriklinum

      – Hugt verður eftir hvussu sethús og annars alt, sum hoyrir til einstaka matrilkulin er          skipað

      – Hugt verður eftir hvussu matrikkulin lagar seg í mun til umhvørvið

 

Treytir / reglur fyrit ey, sum fingu eitt herðaklapp:

Dómsnevndin hevur í ár valt ein nýggjan leist til herðaklappini. Har fyrsta-, annað- og triðjaherðaklappið í ár umboða trý ymisk byggisøgulig tíðarskeið.

      – 1900-1930 –  Tjóðarromantikkur 

      – 1920-1950 –  Funktionalisman

      – 1960´ini 

 

 





    

       Fleiri myndir frá tiltakinum her

Search by